Um okkum
Allaboutyou.fo er ein felags dreymur hjá móður og dóttir, sum elska negl og kreativitet 💅🏼💖
Áhugin byrjaði sum ein lítil hobby – fyrstu neglirnar vóru ikki fullkomnar, men við tíðini mentust vit og fingu meira gleði av at skapa vakrar negl. Tað var eisini hetta, sum gjørdi, at vit ynsktu at deila hesa gleðina við føroysku kundunum.
Her vilja vit geva tær góðar vørur og hugskot, sum gera tað stuttligt og lætt at skapa vakrar negl, bæði heima og til tey, sum arbeiða professionelt.
Vit leggja dent á at velja vørur við varsemi og góðum umhugsi; tær eru tryggar, góðkendar og av høgari góðsku ✨
Vit vóna, tú hevur somu gleðina við neglum sum vit 💅🏼💖
All About You | Føroyar
Fylg okkum eisini á Facebook, og tú hevur møguleika at luttaka í okkara kappingum. Fyll út hetta oyðublaðið fyri at koma í samband við okkum, um tú hevur nakrar spurningar.