Tín kurv Enda
Henter din indkøbskurv...
  DKK frá fyri at fáa ókeypis frakt
Tilsamans 0,00 DKK
Ókeypis frakt yvir 600,-
Levering 50,-
hjálp? skriva til Info@allaboutyou.fo
Treytir

Handilstreytir

All About You Føroyar
V-tal: 639087
Norðurhædd 38, 600 Saltangará,
Kundatænasta 597399,
info@allaboutyou.fo


Bílegging og gjalding
Allaboutyou.fo er opið alt døgnið, og tí hevur tú tí møguleikan til næstan altíð at keypa. Tað kann tó koma fyri, at handilin er stongdur orskakað av umsiting. Tú kann bert keypa, tá handilin er opin og tøkur.
Fyri at keypa á Allaboutyou.fo skal tú vera 18 ár ella eldri og hava eitt galdandi gjaldskort, sum taka ímóti. Um tú enn ikki ert 18 ár, hevur tú tó møguleikan at keypa vørur frá okkum, men við loyvi frá tínum verja ella í aðrarmátar hevur løgfrøðiliga loyvi til at keypa.
Tú velur tær vørurnar, tú ynskir at keypa og leggur tær í ''kurvina''. Tú kanst rætta innihaldið í kurvini líka fram til bílegginarpunktið, og tú kanst eisini so leypandi kanna innihaldið og prísirnar av vørunum.
Møgulig eykað gjøld sum td. frakt og ómaksgjald fyri ávís kort, verður útroknað áðrenn tú skalt til at gjalda.
Tá tú ert klár til at bíleggja, trýtsir tú á ''Til gjalding'', har skalt tú skriva inn navn, bústað, teldupost, tlf. nr., gjaldshátt og leveringshátt.
Tú kanst broyta innihaldið í kurvini heilt fram til, tú váttar títt keyp við at trýsta á knøttin ''Til gjalding''. Síðan fer tín bílegging víðari til Allaboutyou.fo.
Kvittan fyri móttakan av bílegging og bílegginarváttan
Tá tú hevur bílagt eina vøru hjá okkum, og tín bílegging er góðkend, fært tú eina kvittan fyri at vit hava móttikið tína bílegging. Tað er fyrst aftaná, at tú hevur móttikið bíleggingarváttan frá okkum, at keypið er bindandi.


14 dagar iðranarrættur 
Tá tú hevur keypt frá Allaboutyou.dk, hevur tú 14 dagar iðranarrætt, har tú kanst boða okkum frá, at tú hevur angra keypið og tí ynskir at lata vøruna inn aftur. 
Men tó eru nakrar vørur ikki galdandi av iðranarrættindinum, men tað vil vera upplýst, tá tú bíleggur vøruna.
Iðranarrætturin byrjar frá tí degi, tú hevur móttikið vøruna. Um freistin gongur út á einum halgidegi verður freistin longt til fylgjandi gerandisdag.
GG. fyri at kunna lata vøruna innaftur, skal vøran vera í sama standi, sum tá tú fekk hana.

Um tú ynskir at lata vøruna inn aftur, skal hon sendast til
  • All About You Føroyar
  • Norðurhædd 38
  • 600  Saltangará
Minst til at leggja eitt avrit av bíleggingarváttanini við.
Tá tú letur vøruna inn aftur, eigur tú at ansa eftir, at vøran er tryggiliga innpakkað. 

Reklamatión:
Er feilur á vøruni, verður tú vinarliga biðin um at senda pakkan aftur. 
Sendur tú vøruna aftur, vilja vit heita á teg um at skriva til okkum og siga frá á 
teldupost: info@allaboutyou.fo. Síðan verður peningurin fluttur aftur á tína konto.

Persónsupplýsingar
Fyri at keypa á Allaboutyou.fo skalt tú upplýsa:
Navn
Bústað
Teldupost adressu
Telefon/fartelefon nummar


Við at nýta Allaboutyou.fo góðtekur tú, at vit nýta cookies. Ein cookie er ein lítil upplýsingarfílur, sum vit leggja á tína teldu, fyri at halda skil á, hvat hendir undir tínari vitjan og fyri at kunna góðkenna telduna. Ein cookie er ikki eitt program og inniheldur ikki virus.

Allir prísirnir á Allaboutyou.fo er við MVG.